Politikkur

Umbering til Boga Bech Jensen og Magna á Lakjuni stjórar á Glasi

...

2019-02-25 18:11 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Góði Bogi og Magni. Vit hava verið í almennum kjaki hesar seinastu dagarnar, har eg sum politikari, ið havi umboðað Norðoyggjar alt mítt politiska lív, altíð royni at verja tað, sum enn er eftir av møguleikum fyri Klaksvíkar og Norðoyggjar at mennast sum øki ??? bæði til gagns fyri lokaløkið, men eisini fyri alt landið.

Fyri meg snýr hetta málið seg ikki um tykkum báðar og heldur ikki um meg ella aðrar persónar, men um eina fyri okkara lokalsamfelag her norðuri sera álvarsama sentralisering, sum er í ferð við at knúsa alla menning og vøkstur uttan fyri Havnina. Hetta hava tit sum persónar ikki ábyrgdina ella skyldina av, men tað umgongst ikki, at vit í hesum standa hvør sínu megin og eru ósamdir ??? tað fáa vit ikki broytt.

Men eg má samstundis ásanna, at eg í hesum føri havi brúkt nøkur orð, sum kundu særa mótpartin, sum í hesum føri eru tit báðir. Hetta harmar meg, og eg vil við hesum biðja tykkum um umbering.

Tá ið eg skrivaði hetta, hugsaði eg als ikki persónliga, og tí nevndi eg heldur ongantíð tykkara nøvn ella navnið hjá nøkrum øðrum, men bert starvsheiti. Eg havi bara gott at bera tykkum sum persónum, og eg vóni, at tit taka ímóti hesi umbøn míni um umbering.

Lat meg her leggja afturat, at tað væl kann henda, at eg fari at skriva um málið aftur, uttan at vera persónligur, tí fyri Norðoyggjar er støðan blivin alt meira álvarsom, so hvørt sum allar íløgur og stovnar í Havn verða styrktir og bygdir fyri milliardir av krónum, meðan næstan einki verður gjørt frá landsins síðu fyri at menna t.d. Klaksvík sum undirvísingarbý.

Góði Bogi og Magni. Eg biði tykkum um umbering fyri mínar óhepnu og eisini óneyðugu orðingar og ynski tykkum alt tað besta framyvir.

Steinbjørn O. Jacobsen, Klaksvík

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder