2020-07-15 22:13

Um 20 tíðina í kvøld varð ein grind funnin útfyri Sandvík, avgjørt varð at halda henni til í Hvalba. Talan var um eina stóra grind, sum hevur lagt beinini í Hvalba. Jaspur Vang, sýslumaður, sigur við jn.fo, at grindin verður mett til 250 hval. Nakrir springarar løgdu eisini beinini.
Nú verður grindin sleipað út á bryggjuna í Hvalba, og verða hvalirnir merktir. Jaspur Vang sigur, at um talið 250 passar, so verður býtt í heimapartar til alla oynna, men meira verður at frætta um tað í morgin.
Væntandi koma seðlarnir út um middagsleitið í morgin.
Vit dagføra fyrrapartin í morgin um hvussu og nær seðlarnir koma út.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald