2020-05-30 12:50

Fyrrapartin í dag fekk MRCC støðin í Havn eina fráboðan um, at ein maður var dottin og fingið skaða á Sandoynni.
MRCC støðin sendi boð eftir bjargingartyrluni hjá Atlantic Airways, sum lendi í Skopun klokkan 11:45. Tyrlan tók mannin umborð á tyrluna og flutti hann á Landssjúkrahúsið har hon lendi beint fyri middag.
Tyrlan hevur gjørt fýra sjúkraflutningar seinastu vikuna.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald