2020-05-04 07:02

Klokkan 19:32 í gjárskvøldið fekk MRCC støðin í Havn eina fráboðan um, at neyðugt var at fáa flutt ein persón av Suðuroynni norð á Landssjúkrahúsið.
Boð blivu send eftir tyrluni hjá Atlantic Airways, sum lendi í Froðba beint yvir klokkan 20, har hon fekk persónin umborð, og fór síðani víðari til Havnar við honum. Klokkan 20:30 lendi tyrlan við Landssjúkrahúsið við persóninum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald