2020-01-04 11:21

Klokkan 01:14 í nátt fekk MRCC støðin í Havn eina fráboðan um, at neyðugt var at fáa flutt ein persón av Sandoynni og á Landssjúkrahúsið.
Boð blivu send eftir bjargingartyrluni hjá Atlantic Airways, sum lendi í Skopun um tvey tíðina í nátt.
Tyrlan skuldi flyta mannin á Landssjúkrahúsið, men kavarok í Havn gjørdi, at tyrlan mátti flyta mannin vestur á flogvøllin, sum síðani bleiv fluttur við sjúkrabili av flogvøllinum til Havnar. Tyrlan lendi aftur á flogvøllinum eitt korter yvir tvey í nátt.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald