JN

Tyrlan boðsend tríggjar ferðir seinastu tveir dagarnar

...

2018-12-28 07:32 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder
Sum vit skrivaðu í eini grein fyrradagin, so vóru boð eftir bjargingartyrluni hjá Atlantic Airways mikumorgunin tá ið hon var boðsend af flyta ein persón av Suðuroynni og norð á Landssjúkrahúsið, men tað var ikki tað einasta útkallið hjá bjargingartyrluni tann dagin, mikukvøldið var aftur boð eftir bjargingartyrluni tá ið hon var boðsend at flyta ein persón av Sandoynni til Landssjúkrahúsið.

Aftur í gjárskvøldi vóru boð eftir bjargingartyrluni, tá ið hon aftur var boðsend, at fara til Suðuroyar fyri at flyta ein persón av oynni og norð á Landssjúkrahúsið.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder