JN

Tyrlan boðsend eftir manni ið fekk skaða í beini

...

2020-05-24 19:43 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder
Klokkan 12:19 í dag fekk MRCC støðin í Havn eina fráboðan um, at ein maður hevði fingið skaða í beini, og fekk ikki gingið víðari.

Maðurin var saman við einum ferðalagið í Skúvadali á Borðoynni.

Av MRCC støðini verður í kvøld upplýst, at bjargingartyrlan hjá Atlantic Airways bleiv boðsend, men av tí at hon fleyg rutu, og tað ikki var so álvarsamt hjá skadda manninum, so tók tað longri enn vanligt at fáa flutt mannin á Landssjúrkahúsið. Tyrlan tók mannin umborð, meðan hon fleyg rutu í norðoyggjum, og lendi tyrlan við Landssjúkrahúsið um tvey tíðina seinnapartin í dag.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder