2020-05-30 19:01

Klokkan 14:50 í dag fekk løgreglan eina fráboðan um, at ein drongur í 20'inum hevði fingið ilt í ryggin tá ið hann leyp í Elduvíksgjógv. Drongurin leyp frá 20 metra hædd.
Hann saman við øðrum vóru farnir at stuttleika sær við at loypa á sjógv í Elduvíksgjógv. Drongurin hevði fingið ilt í ryggin, og fingu vinmennirnir hála hann upp á turt, soleiðis at hann flutti seg minst møguligt.
Ein lækni var á staðnum, og hann helt at best var at fáa bjargingartyrluna eftir honum. Boð blivu send eftir bjargingartyrluni hjá Atlantic Airways, sum fór eftir honum. Klokkan 16 lendi tyrlan við Landssjúkrahúsið við dreinginum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald