JN

Tyrlan bleiv boðsend eftir kvinnu ið hevði brotið beini í Mykinesi

...

2018-07-21 16:05 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder
Klokkan 14:27 seinnapartin í dag fekk MRCC støðin í Havn eina fráboðan um, at ein útlendsk kvinna hevði brotið beini uppi á Egg í Mykinesi.

MRCC støðin sendi boð eftir bjargingartyrluni, sum lendi í Mykinesi klokkan 14:53 og tók kvinnuna umborð. Tyrlan flutti hana síðani á flogvøllin har sjúkrabilur stóð fyri teimum og koyrdi kvinnuna á Landssjúkrahúsið.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder