Vinna

Tyrla boðsend eftir manni á Arctic Voyager

...

2020-02-25 09:19 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Sunnumorgunin fekk ein ungur maður umborð á Arctic Voyager skaða umborð á, Arctic Voyager var til fiskiskap í altjóða sjógvi góðar 200 fj. vestur úr Írlandi, veðrið var vánaligt, so tað var ikki hildið at verða líkindir hjá tyrluni, at fáa mannin upp av Arctic Voyager, tí var avgjørt, at sigla móti landi. Tá ið teir vóru einar 10. fj. vestur úr Írlandi batnaði veðrið somikið, at tyrlan aftur var boðsend, tyrlan var hjá Arctic Voyager uml. kl 10.30 í gjáramorgunin, har tað eydnaðist at fáa skadda mannin upp í tyrluna, sum fleyg til Cork, har maðurin kom á sjúkrahús.

Arctic Voyager kemur um middagin til Killybegs í Írlandi, har teir skulu landa 1.000 tons av svartkjafti.

Les meira HER.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder