JN

Tyriavongur funnin í Sandavági

...

2021-05-16 18:21 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

?? gjár fann Maren Johansen hendan sera flotta Tyriavongin (Tyria jacobaeae) í Sandavági.

Tyriavongur er sera sjáldsamur í Føroyum og er bert skrásettur eina ferð áður, tað var í Suðuri og mett var at tann firvaldurin helst var insløgdur við vørðu.
 
Tyriavongur er at finna í øllum Europa og heilt yvur til vestur og mið Asia, hann er sleptur út í eitt nú Norðuramerika, Australia og Nýsælandi fyri at halda plantuni Eingjardanadáa (jacobaea vulgaris) niðuri, tí hendan plantan er eitrandi fyri eitt nú neyt, ross og seyð, tað eru fleiri sløg í hesi blómu ættini og øll eru eitrandi fyri kríartúr, tildømis er Eingjardanadái funnin fleiri staðnis í Føroyum og er hettar ein av plantunum sum Tyriavongur leggur egg á og livur larvan, sum er skiftivís svørt og gul av bløðunum, um ov líti av føði er til allar larvurnar gerðast tær kannibalar og tí koma sera fáðir Tyriavveingjir undan tey árini tá mangul er á føði til larvurnar.
 
Tyriavongur er sum oftast sum hesin á mynduni svartur og knall reyður men teir kunnu í sera sjáldsomun førði verða svartir og gulir, av tí at larvurnar liva av eitrandi plantum eru tær og vaksni Tyriavongurin eitrandi fyri smá fuglar sum eta teir, men tá ið teir síggja sera kraftigu litirnar taka teir sum oftast ikki Tyrianongin, hettar av tí at kraftigir litir í insektverðuni sum oftast siga frá at her er talan um eitrandi fong.

Orð: Rodmund á Kelduni

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder