Politikkur

Tvøroyri skal gerast grønari

...

2020-11-09 09:41 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Vita fara í komandi setu at varpa enn meir ljós á umhvørvið; vit fara at arbeiða við orkuloysnum, orkuloysnum sum í minni mun dálka umhvørvið.

Tað, ið er mest umráðandi, tá tosað verður um orku, er sjálvsagt, at vit brúka so lítið av orku sum tilber. Nógvir kommunalir bygningar hava eftir hondini nógv ár á baki. Í hesum sambandi skulu allir bygningar eftirhyggjast, og gerast skal ein støðulýsing og eftirfylgjandi ábøtur við tí endamáli at minka um orkunýtsluna. Tær ábøturnar, ið loysa seg best í mun til íløgurnar, skulu gerast fyrst.

 
Vit hava sett okkum sum mál at fara undir eina tilgongd, har farið verður frá olju til grøna orku. Vit fara at brúka grøna orku í allari nýbygging, og har verandi hitaskipanir skulu skiftast út, verður grøn orka vald í staðin.

 
Vit fara at leggja herðslu á endurnýtslu og skiljing av burturkasti. Endamálið má vera, at sum minst verður sent til brenningar.

 
X við lista T

Reidar Simonsen

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder