Mentan

Tvíburðarsystkin hava framsýning í Eik í Miðvági

...

2016-03-02 13:20 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Petur Jakku og Hannemia vóru tvíburðar, tó ikki fødd sama dag (2. og 3.des. 1923). Tey vóru níggju systkin, tvey doyðu sum smábørn, tey vuksu upp við Kirkjar í Miðvági. Tey náddu høgan aldur, enn eru trý á lívi. Foreldrini vóru Karen og Heini, mamman kom úr Hesti. Mamman lá lamin í songini í 40 ár, pápin passaði hana og børnini við hjálp frá mammuni og arbeiðskonum. Hannemia doyði 17.febr 2014 og Petur Jakku doyði 27. des 2015

Hannemia giftist til Klaksvíkar við Meinhardt Joensen. Tey fingu tríggjar døtur, hon arbeiddi í fisk og bant fyri fólk. Seinni fingu tey skósølu. Hon fór ikki at mála fyrrenn døturnar vóru vaksnar. Hennara heim er prýtt við alskins lutum, hon hevur málað bæði málningar og postalín. Eisini eru veggir innandura prýddir.

Petur Jakku var ógiftur, hann fekst við handil og málaði inn ímillum. Eisini dámdi honum at ganga langar túrar. Best dámdi honum at mála Koltur, Trøllkonufingur, Vatnið og Tindhólm.

Á framsýningini eru myndir av slupp, Vatninum, Tindhólmi og tí góða Hirðanum hjá Petur Jakku.

Hannemia hevur Blomsturmynd og móðir við barni á framsýningini.

Petur Jakku og pápin Heini hava málað teirra høgt elskaðu mammu og konu.

Sigast skal, at Hannemia og Petur Jakku vóru sera tætt knýtt.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder