
Almannaverkið søkir eftir tveimum fólkum at starvast í Sambýlinum á Húsadalsvegi í Sørvági. Sambýlið er fyri fólk við sálarligum avbjóðingum og har búgva 5 borgarar.
Arbeiðsuppgávur
Arbeiðsuppgávurnar í Sambýlunum eru fjølbroyttar og eru m.a. at skipa innihaldið í gerandisdegnum hjá teimum, sum búgva í sambýlinum, og at stuðla og stimbra tey í at fáa gerandisdagin at virka. Somuleiðis inniber arbeiðið at veita stuðul til heimabúgvandi persónar, ið eru knýttir at eindini.
Væntanir
Væntað verður, at fylgt verður eftir virkisætlanum, viðgerðarætlanum og mannagongdum, sum er ein partur av miljøterapeutiska arbeiðinum á Sambýlinum, umframt at tú vilt virka innovativt, koma við góðum hugskotum og luttaka virkin í tvørfakliga arbeiðinum.
Somuleiðis verður væntað at tú hevur hug og áræði til persónliga menning í starvinum og er opin fyri at luttaka á skeiðum, ið kunnu betra um fakligu og persónligu førleikarnar.
Eisini verður væntað, at tú trívist við at vera einsamøll/mallur á vakt og ert sálarliga og likamliga væl fyri.
Um størvini
Tvey størv á brøk 0,8 at byrja tann 01.09.2019 ella eftir nærri avtalu. Arbeitt verður í skiftandi vaktum, tað vil siga í dag-, kvøld-, náttar- og vikuskiftisvaktum.
Førleikakrøv
??tbúgving sum sjúkrarøktarfrøðingur ella heilsurøktari. Um ikki nóg nógv við nevndu útbúgvingum søkja, kunnu størvini verða sett við námsfrøðingum, fysioterapeutum ella ergoterapeutum. Tað kann vera ein fyrimunur, um umsøkjari hevur starvsroyndir innan psykiatriska økið. Um eingin við útbúgving søkir, kann hjálparfólk verða fyribilssett. Neyðugt er at hava koyrikort til bil.
Trivnaðardepilin ??? Eind 4
Eind 4 í Trivnaðardeplinum varðar av fólki sum hava sálarliga sjúku og autismu. Sambýlið á Húsadalsvegi í Sørvági hoyrir til Eind 4. Alt virksemið hjá Almannaverkinum í Vágunum er skipað undir Eind 4.
Setanar- og lønarviðurskifti
Setanarøkið er Almannaverkið við tænastu í løtuni í Trivnaðardeplinum Eind 4. Tey, ið sett verða, mugu tola broytingar í starvinum, og at hetta kann verða umskipað til eisini at fevna um aðrar uppgávur. Setanar- og lønartreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi fakfelag við samráðingarrætti fyri økið.
Umsókn
Tú søkir starvið við at klikka á tann grøna knøttin "Søk starvið".
Freist
Umsóknir skulu vera Almannaverkinum í hendi í seinasta lagi 10.07.2019 kl 23.00.
Nærri upplýsingar um størvini fáast við at venda sær til Biritu Clementsen, eindarleiðara á telefon 297453 ella Andreu Petursdóttir, leiðara á telefon 297449.
----
Í Almannaverkinum starvast umleið 1000 starvsfólk úr 15 ymiskum starvsbólkum. Vit eru um alt landið í fleiri enn 65 bygningum. Í Almannaverkinum vilja vit gera mun við at veita bestu og mest framkomnu sosialu tænastur. Allar tænasturnar hjá Almannaverkinum byggja tí á menniskja í síni heild. Fyri at møta borgarum har teir eru og at veita eitt sakligt og fakligt tilboð, er neyðugt við umfatandi førleikum. Breiða fakliga umhvørvið og fjølbroyttu avbjóðingarnar í Almannaverkinum tryggja, at starvsfólk áhaldandi kunnu fylgja sínum dreymum. Tey kunnu finna nýggjar avbjóðingar og mennast víðari í ymsu virkisøkjunum. At arbeiða í Almannaverkinum snýr seg um menniskju ??? borgarar, avvarðandi og starvsfólk. Við ynskinum um at gera mun, kann yrkisleiðin setast saman uppá nærum óteljandi mátar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald