Einasta ætlanin hjá samgonguni á umhvørvisøkinum higartil, er at skilja SEV sundur. Hetta so at Magn og Effo, við vinningi fyri eyga, verða eggjað til at koma upp í leikin at fáa fólk at leggja um til grøna orku. Einasta ætlanin hjá samgonguni á umhvørvisøkinum higartil er altso at lata grøna orkuskiftið upp í hendurnar á tveimum oljufeløgum. Tað er flovisliga óambitiøst.
Ein trúarspurningur
Netið og framleiðsla hjá SEV skal skiljast. Fá munnu tey vera, ið veruliga vita hví. Landsstýrismaðurin í Umhvørvis- og vinnumálum, Helgi Abrahamsen, hevur sambært kjakinum í Degi og Viku fríggjakvøldið 21. august eina orsøk: Gongd skal á ???grøna orkuskiftið???. Eg taki fult undir við tí endamálinum, og eg gleðist um, at Helgi Abrahamsen sigur hetta vera sítt fremsta mál. Samstundis sigur Helgi Abrahamsen, at hann ???trýr uppá??? at tað verður bíligari. Á løgtingsins røðarapalli herfyri spurdi eg Helga Abrahamsen hvørjar útrokningar, vitan og fyrireikingar hann tók støði í, tá hann segði, at skiljingin fór at seta ferð á grøna orkuskiftið. Tá svaraði hann, at sjálv skiljingin fór ikki at geva okkum meir varandi orku, at tað meir var ein ???trúarspurningur???. Onkusvegna skal løgtingið og alt føroya fólk trúgva uppá, at varandi orkuskiftið fer at ganga skjótari, og at prísurin verður lægri við at skilja net og framleiðslu. Trúgv er týdningarmikil fyri nógv fólk, men tað skal ikki einsamalt vera avgerandi fyri politikkin, ið verður førdur í føroyum.
Politikkur við bindi fyri eyguni
Helgi Abrahamsen sigur, at løtan er ongantíð tann rætta. Tað gevi eg honum partvís rætt í, tí løtan er ongantíð tann rætta, tá mann ikki hevur gjørt arbeiðið ordiligt. Landsstýrismaðurin hevur sitið í skjótt eitt heilt ár. Fyrireikandi arbeiðið at skilja SEV er snøgt sagt ikki nóg gott. Men kanska er tað júst tað, sum er meiningin. Tí hetta luktar langt vekk av politisku strategiini, ið higartil hevur verið at síggja hjá samgonguni, har Fólkaflokkurin gongur fremst, og Sambandsflokkurin haltar aftaná. Tænastur fyri vinnuna við bindi fyri eyguni og føgrum innihaldstómum orðum fram um væl grundað rættvísi til borgaran. Tað ger seg galdandi á bústaðarøkinum. Á fiskivinnuøkinum. Og nú eisini á orkuøkinum.
Privat duopol verri enn alment monopol
SEV sigur, at í teirri løtu løgtingið hevur samtykt at skilja netið frá framleiðsluni, verða lánini hjá teimum uppsøgd. Tað eru ógvusligar avleiðingar fyri eitt felag, ið skal vera ein primus motor í orkuskiftinum. Ístaðin fyri at reka eitt felag, skal SEV nú reka tvey. Tað verður dýrari enn áður. Føroyar er eitt lítið land, og okkara fyritreytir fyri kapping á eløkinum eru als ikki tær somu sum í eitt nú Danmark, ið er í kapping við alt evropeiska meginøkið um at veita bestu og bíligastu orkuna. Í Føroyum eru longu nú tvey feløg, ið talað verður um, tá mann hugsar um økta kapping. Hetta eru Magn og Effo. Tvey oljufeløg, ið politiska skipanin velur at seta fremst í grøna orkuskiftinum. Orkan verður dýrari, tí privat feløg hava eittans endamál, og tað er at tjena pengar. Soleiðis er tað bara. Og tá er eingin ivi um, at eitt privat duopol er hvaðna verri enn alment monopol.
Samgongan spælir hazard við framtíðini
Vit skulu hava varandi orkuskiftið í gongd í Føroyum. Men tað er ein óskikkur at billa fólki inn, at lógarbroytingar fara at gera, at tey fáa grøna orku, tá mann als ikki er vísur í, at tað er tað sum fer at henda. Men enn meir enn tað, er tað at spæla hazard við framtíðini fyri alt lív á klótuni, ikki at vissa seg um, at tann politikkurin, ið verður førdur, hevur til endamáls at varðveita náttúruna og tilonkisgera okkara útlát.
Ingilín Didriksen Strøm, Javnaðarflokkurin
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald