JN

Tvey handtikin fyri innbrot á Teldutænastuni

...

2014-11-22 17:46 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Løgreglan hevur handtikið tveir persónar í samband við innbrotið á Teldutænastuna í Havn gjáranáttina.

Løgreglan fekk upplýsingar frá fleiri borgarum, og tað hevði við sær, at løgreglan í dag handtók tveir persónar.

Annar persónurin hevur verið til avhoyringar, og hevur játtað seg sekan. Hin persónurin skal eisini avhoyrast í dag, tað skrivar kvf.fo.

 Kl. 17.00.

MÁLIÐ UPPKLÁRAÐ

Við góðari hjálp frá borgarum, handtók politiið í nátt 2 persónar, sum høvdu framt innbrotið í Teldutænastuna fríggjanáttina.

Persónarnir vórðu handtiknir á bústaðnum hjá tí eina, og undir húsarannsóknini aftaná fann politiið flestu lutirnar frá innbrotinum. Báðir persónarnir hava játtað seg sekar í skuldsetingini. Tað er ikki endaliga uppgjørt, hvat virðið á stolnu lutunum er.

Politiið metir málið at vera upplárað, og vil senda ein stóra tøkk til borgararnar.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder