JN

Tveir tilburðir í gjár

...

2021-03-08 09:33 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Tveir nýggir tilburðir vórðu staðfestir í gjár. Báðir tilburðirnir vórðu staðfestir millum ferðandi gjøgnum Vága floghavn.

209 kanningar vórðu gjørdar, og allar eru liðugt greinaðar. Tilsamans eru gjørdar 233.608 kanningar.

660 persónar hava fingið staðfest smittuna í Føroyum. 657 persónar eru staðfestir frískir aftur. Higartil er ein persónur deyður við koronu í Føroyum.

Sostatt eru í løtuni tveir persónar smittaðir.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder