JN

Tveir nýggir tilburðir staðfestir í Føroyum

...

2020-09-12 12:54 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Tveir nýggir tilburðir vórðu staðfestir í gjár. Tað vísa nýggjastu tølini hjá Landslæknanum. ??rslitið byggir á í alt 108.59 kanningar.

Báðir tilburðirnir vórðu staðfestir í Føroyum. Annar persónurin, sum hevur fingið staðfest smittuna, er partur av einari smittuketu, sum Landslæknin kennir til. Í hinum førinum er talan um ein persón, sum hevur verið uttanlands, og sum hevur latið seg kanna á sætta degi eftir komu aftur til Føroya. Báðir persónar eru avbyrgdir, og Landslæknin er í gongd við neyðugu smittusporingina.

Tilsamans hava 418 persónar fingið staðfest smittuna í Føroyum. Í alt eru 410 persónar staðfestir frískir aftur, og sostatt eru 8 persónar smittaðir í løtuni.

Ein persónur er í løtuni innlagdur á Sjúkrahúsverki Føroya í samband við coronasmittuna.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder