Mentan

Tveir harrar

...

2021-06-03 12:33 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Jesus segði einaferð: ???Eingin kann tæna tveimum harrum; tí at annaðhvørt vil hann hata annan og elska annan, ella vil hann halda seg aftur at øðrum og vanvirða annan. Tit kunnu ikki tæna Guði og mammon.??? Matt 6.24

Teksturin snýr seg um at vera bundin av ognum, av lutum, av pengum.

Pengaguðurin er ein av teimum mongu avguðunum sum finnast í lívinum. Bara ein Guð er til, men tað eru nógvir avguðar. Guð merkir tann, ið vit hava fult álit á, og laga okkara lív eftir. Men menniskjan hevur altíð havt so lætt við at finna okkurt annað enn Guð sjálvan at innrætta lívið til. Í gomlum døgum høvdu tey nøvn fyri ymiskar avguðar. Grikkar róptu ein av teirra guðum, ella avguðum, Mammon, tað var pengaguðurin.

Tá ið vit á okkara døgum hoyra um mammon, vilja tey flestu siga ella hugsa: tað er at tjena nógvar pengar, at gerast ríkur. Lívið verður innrættað soleiðis, at størsti partur av tí fer við at hugsa um pengar. Tær stóru sang- og tónleikastjørnurnar vinna sturtandi av pengum. Fótbóltsspælarar verða keyptir og seldir fyri hundraðtals milliónir. Aðrar ítróttarstjørnur fáa eina millión krónur í løn um dagin. I sjónvarpi, í útvarpi, í bløðum, í løgtinginum og aðrastaðni verður nærum bara tosa um pengar og peningaviðurskiftið. Vit eru so von at hugsa um pengar, at vit spakuliga hava vant okkum við, at pengar eru málibandið fyri nærum alt í lívinum.

Tí kunnu vit betri skilja hvat Jesus sigur: Alt lív tykkara kann ikki vera innrættað bæði til Guð og til pengarnar. Tað er soleiðis, at um vit innrætta okkum bara til at eiga, at tryggja okkum fíggjarliga, at vinna stórar vinningar o.s.f., gerst lívið fult av órógv, ótta og stúran. Vanliga halda vit, at tey menniskju, ið vinna nógvar pengar, og eiga stórar nøgdir, nógvar milliónir, eru eydnurík menniskju uttan stúran, men man tað vera? Ein fótbóltspælari í milliónabólkinum stúrir altíð fyri, at hann við einari skeivari tackling í einum tilvildarligum dysti, kann gerast liðugur sum spælari. Brotnar knæið illa, er hann úti, so er hann ikki verdur eina krónu longur. Ein ríkur persónur við nógvum partabrøvum, noyðist hvønn morgun at hyggja inn á alnetið og vita, hvussu partabrævakursirnir standa, tí alt hann eigur, kann eftir lítlari løtu vera null.

Ein gomul kona var altíð stúrin, tí hon átti fleiri fínar, dýrar gaflar, skeiðir og knívar úr silvuri, sum hon hevði arvað. Hon hugsaði nærum ikki um annað, tí hon óttaðist fyri, at onkur skuldi bróta inn og stjæla hesi tingini frá sær. Tí hevði hon pakkað alt væl inn og krógvað tað á einum loyniligum stað í húsinum. Alt lív hennara gekk við stúran og ótta fyri silvurinum. Løgið at hon ikki fataði tað: Um hon tveitti hesar silvurlutirnar í havið og keypti sær bíligar gaflar, knívar og skeiðir, hevði hon kunna liva óttaleys og sovið róliga og trygt um náttina.

Lív okkara er stutt, og vit hava bara hetta eina lívið, tí kunnu vit spilla tað burtur við at hava mommon sum guð, sum avguð. Við hesum avguði verður alt lívið eitt lív fult av stúran.

Jesus sigur: ???søkið fyrst Guðs ríki og rættvísi hansara, so skal alt hetta verða tykkum givið umframt???, altso: søkið fyrst og fremst tað, ið hevur við Guð og Guðs ríkið at gera, so fáa tit alt hitt afturat. Um onkur skuldi spurt: hvat er so alt tað við Guði og Guðs ríki, tí tað kundi eg gott hugsa mær at hildið meg til? - Svarið er, at vit byrja við at leggja okkum eftir øllum tí, ið ikki kann keypast fyri pengar: kærleika, góðsku, vinarlag, hjálp, umsorgan, álit, góðum og reiðiligum vinum. Jesus setir tingini upp móti hvørjum øðrum: Guð ella mammon. Um vit hava lættari við at síggja alt tað, ið hevur við mammon at gera, við pengaguðin, so kunnu vit bara gera tað øvuta og spyrja: hvat kann ikki keypast fyri pengar?

Helst er tað ikki so torført: Vit kunnu ikki keypa kærleika fyri pengar, hann má vera givin og tikin ímóti heilt frítt og ókeypis. Vit kunnu keypa okkum popularitet fyri pengar, men ektað vinarlag kunnu vit ikki keypa. Vit kunnu keypa dýrar lutir fyri pengar, men tann besta gávan er kanska bara nakrir summardáar ella ein virðisleysur, vakur steinur, sum eitt smábarn hevur funnið og gevur okkum. Vit kunnu keypa dýr tónleikatól og tílíkt fyri pengar, men eina hugnaliga samtalu við vinir, meðan fuglar eina summarløtu láta yndisliga kring okkum, kunnu vit ikki keypa.

Jesus sigur hesi orð fyri at hjálpa mær og tær at liva rætt og gott. Flestu av okkum hava eina rutinu í lívinum, vit liva sum vit gera, og tað er trupult at broyta gomul inngrógvin mynstur. Men vit kunnu kanska hoyra hesi orð hansara sum eitt tilboð, hvørja ferð vit standa við einum nýggjum spurningi ella einum nýggjum trupulleika í lívinum, ella tá ið vit til tíðir ivast og eru ónøgd við tað lív, vit hava. So kunnu vit bara spyrja okkum sjálv um vit skulu velja mammon, pengarnar, stúraninna og alt órógv, ella vit skulu velja tað, ið førir leiðina móti Guðs ríki, alt tað, ið ikki kann keypast fyri pengar.

John S. Myllhamar

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder