JN

Tvær ferðir boð eftir bjargingartyrluni í gjár

...

2021-01-01 12:51 Author image
placeholder
MRCC støðin í Havn sendi í gjár tvær ferðir boð eftir bjargingartyrluni hjá Atlantic Airways. 

Klokkan 14:26 fekk MRCC støðin eina fráboðan um, at neyðugt var at flyta ein persón av Sandoynni og á Landssjúkrahúsið. Tyrlan lendi í Skopun klokkan 14:55, og flutti persónin á Landssjúkrahúsið.

Tyrlan hevði ikki meira enn lent í Vágum, so komu eini boð aftur. Klokkan 15:15 fekk MRCC støðin eina fráboðan um, at mjødnin hjá einum manni var farin úr lið, sum var staddur við Kongavarða. Tyrlan flutti mannin á Landssjúkrahúsið.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder