Tað gevur meining at hava bummgjøld í undirsjóvartunlum til at gjalda lánini í hesum niður, men tá skuldin er niðurgoldin, eigur Landsverk at yvirtaka raksturin av teimum, og fíggingin til hetta skal heintast inn frá øllum bileigarum umvegis vektargjald v.m.
Tað er umráðandi at halda fram at binda oyggjarnar saman í eittveganet, og tað er eisini í lagi at hava bummgjøld í nýggjum undirsjóvartunlum til at gjalda lánini í teimum niður, men tað er ikki í lagi at halda fram at hava bummgjøld í niðurgoldnum undirsjóvartunlum, so sum landsstýrissamgongan hevur gjørt, hóast bæði Vágatunnlin og Norðoyatunnilin hava goldið síni lán niður.
Hetta er greitt lyftisbrot, tí tá ið tunlarnir vórðu gjørdir, varð lovað bæði vágafólkum og norðoyingum, at tá lánini vórðu niðurgoldin, skuldi bummgjaldið avtakast, og tunlarnir skuldu latast landinum at umsita umvegis Landsverk, sum jú hevur restina av okkara landsveganeti um hendur.
Men hetta, sum núverandi landsstýrissamgonga hevur gjørt ímóti norðoyingum og vágafólki, er ikki bert eitt lyftisbrot. Tíverri er skaðin av hesum størri enn so.
Fyri tað fyrsta vísa allar samfelagsbúskaparligar kanningar, at skal nyttuvirðið av einum undirsjóvartunli verða størst, so skal einki bummgjald verða í honum, tí harvið verður hann gagnnýttur allarmest, og hann gevur harvið mest aftur til samfelagið.
Men her er tíverri enn ein vansi við hesum bummpolitikkinum hjáhesilandsstýrissamgonguni, nevniliga útjaðaraskattur, tí við at halda fram at krevja bummgjald í einum niðurgoldnum undirsjóvartunli, so sum Norðoyatunlinum, til at fíggja raksturin av honum, so verða tað bert ein partur av borgarunum í landinum, sum rinda fyri hendan, nevniliga norðoyingar, meðan tey mongu, sum búgva í høvuðsstaðarøkinum, sleppa undan hesum landsalmennu rakstrarútreiðslum.
Í øðrum londum verður tosað um, at tað ikki skal verða dýrari at búseta seg aðrastaðni enn í høvuðsstaðnum, men hetta er tíverri ikki galdandi fyri núverandi landsstýrissamgongu. Tað er nú løgið, at flokkar sum Tjóðveldi og Javnaðurin, sum annars ikki smæðast við at tosa um einar javnari Føroyar, gera júst tað øvugta, tá tað kemur til økini kring landið, tí har eru hesir flokkar forsprákarar fyri eykaskatt til hesar landspartar við bummgjøldum í undirsjóvartunlunum, hóast hesir eru útgoldnir, umframt brandskattingina av fiskivinnuni, sum serliga rakar Norðoyggjar hart.
Á hesum økjum eru Føroyar blivnar ójavnari undir leiðslu av hesum flokkum, sum hava framt lyftisbrot við at halda fram at krevja inn tunnilsgjøld í niðurgoldnum undirsjóvartunlum og harvið áleggja ávísum landspørtum útjaðaraskatt. Hetta er órættvíst, tí sjálvandi skulu allir føroyingar rinda fyri landsveganetið.
Tað gevur meining at hava bummgjøld í undirsjóvartunlum til at gjalda lánini í hesum niður, men tá skuldin er niðurgoldin, eigur Landsverk at yvirtaka raksturin av teimum, og fíggingin til hetta skal heintast inn frá øllum bileigarum umvegis vektargjald v.m.
Jákup Mikkelsen
Løgtingsmaður og løgtingsvalevni Fólkafloksins
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald