Politikkur

- Tunnilin kann verða bjargingin av bygdini

...

2018-10-04 07:20 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Í gjár løgdu Jenis av Rana, Bill Justinussen, Jacob Vestergaard, Kristin Michelsen, Kári P. Højgaard, Magni Laksáfoss og Kaj Leo Holm Johannesen uppskot fyri løgtingið um at gera ein veg til Fámjin.

Teir siga at hesin tunnilin kann verða bjargingin av bygdini. Fámjin hevur minkaði fólkatal 1. januar í ár búðu 79 fólk í bygdini.

Brot út uppskotinum: Tunnilin kann verða bjargingin av bygdini 

Mong vænta og vóna, neyvan av órøttum, at ein tunnil kann bjarga Fámjin, har fólkatalið,sum fyri fáum árum síðani var yvir 100 fólk, er minni enn 80 fólk ídag. 1. januar 2017 búðusoleiðis 84 fólk í Fámjin, meðan talið longu 1. januar 2018 var minkað til 79 fólk.Orsakirnar til minkaða fólkatalið eru, umframt natúrliga frágongd við deyða, at ungdómurflytur burtur í lestrarørindum, og tann meira álvarsama, at nærum eingin flytur tilkommununa. 

Eitt vandamikið vegastrekki 

Fyri tey, sum enn búgva í hesi ómetaliga vøkru bygdini, ið er einasta bygd miðskeiðis íSuðuroy, sum vendir móti havinum vestanfyri, kennist vegurin sum ein daglig avbjóðing.Framvegis eru vegastrekki, har sýnið er sera vánaligt, vegurin er smalur við nógvumsvingum, grót ríður oman og kavi skjótt legst. Serliga er tað Skarðið ??? ??rðaskarð - sum eróhøgligt, men eisini vegirnir báðumegin Skarðið. Vindhart er á Skarðinum. Tað hoyra allirføroyingar, tá vindfráboðanir verða sagdar í tíðindunum, og ikki er altíð so tespiligt, tá hált erog nógvur kavi legst. 

Les alt uppskotið her.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder