Tað hevur verið ein drúgv tilgongd við tunlunum norður um fjall, sum serliga kemst av støddini á íløguni. Tilgongdin er ikki liðug enn, men nú er veruliga gongd komið á málið.
Fríggjadagin tann 4. september fer freistin hjá aktørum til at skaffa sær eina undangóðkenning, til at geva tilboð uppá nýggju TNF. Vónandi koma fleiri góð tilboð inn í leypi av heystinum og eftir ætlan kemur gongd á sjálvar tunlarnar í endanum av 2020. Í dag kom tað eisini fram, at vegastrekkið til nýggju TNF, møguliga verður gjørt fyri seg, og tí kanska bjóðað út longu í heyst.
Lat tað ongan iva vera um, at gongd er á málinum, hóast síðsta stigið tykist at vera drúgt. Hetta er myllan, ein tílík verkætlan skal ígjøgnum. Alt verður gjørt fyri at tað ber á mál!
Linjuføringin
Tað hevur verið nógv kjak um, hvør linjuføringin skal vera til nýggju TNF. Í høvuðsheitum hevur tað verið linjuføringin í Gerðabø mótvegis linjuføringini í Ánunum, meðan einstakar røddir hava nevnt Depils-loysnina.
Eg havi sjálvur peikað á Gerðabø, tí tað vildi uttan iva verið besta loysnin fyri fólkið eystan Múla. Eitt poeng, sum eg fleiri ferð havi tikið fram, er, at avleidda verkætlanin av linjuføringini til Ánirnar, vegurin undir Kjølinum, er rættiliga brattur. Hann er næstan líka brattur sum vegurin um Gøtueiði, men tí vegnum vil mann helst sleppa undan, við at gera ein tunnil frá Gøtudali ella Kambsdali til Skálafjørin.
Ein má tó ásanna, at tað eru fleiri partar inni í myndini. M.a. Tjóðsavnið, friðingarmyndugleikarnir og klaksvíkskingar, har ein partur er øðiliga eymur um Gerðabø, og Klaksvíkar býráð, sum peikaði á Ánirnar í 2009.
Fleiri av grundgevingunum fyri loysnini ígjøgnum Ánirnar vóru ikki serliga haldgóðar, men tann mest tungtvigandi grundgevingin er nógva og tunga ferðslan til norður-havnina.
Friðing og grevstur eftir fornminnum er eisini ein veruleiki at fyrihalda seg til í Gerðabø. ??r frágreiðingini hjá Tjóðsavninum, um Gerðabø, stendur m.a. soleiðis: ???Fornminnini í Gerðabø eru friðað sambært løgtingslóg nr. 19 frá 16. september 1948 um friðan av fornminnum og bygningum, og harumframt kann umliggjandi øki innanfyri 100 m frá fornminnunum verða lagt undir friðing. (...) Verður avgerð tikin um at taka fornminnini uppi á Grundum í Gerðabø úr friðing í sambandi við tunnilsverkætlanina, skal ein fornfrøðiligur neyðgrevstur gerast, áðrenn arbeiðið kann byrja. (...) Mett verður, at ein fornfrøðiligur útgrevstur uppi á Grundum fer at taka millum 3 og 5 ár.???
Onkur vil siga, at hesir partar ikki skulu forða fyri bestu loysnini hjá fólkinum norðanfyri. Eg og fleiri onnur við mær, eru komin hartil, at tað, sum er mest umráðandi, er at fólki eystan Múla fær nýggjar og tryggar tunlar. Jú, tað eru vit norðanfyri, sum skulu koyra ígjøgnum tunlarnar í gerandisdegnum, men vit mugu ásanna, at tað eru fleiri partar inni í myndini.
Kósin er sett ímóti Ánunum, men óðansæð staðseting av tunnilsmunnum, so vera nýggir tunlar eitt stórt framstig fyri økið eystan Múla og Árnafjørð.
Steffan Klein Poulsen, løgtingsmaður fyri Miðflokkin
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald