2020-03-21 13:22

Gestur í Meg minnist verður nú maskinmeistarin Tummas Thomsen úr Sydrugøtu. Hann hevur siglt og havt við skip at gera meginpartin av lívinum. Fyrsta sending við 76 ára gamla Tummasi verður sunnudagin kl. 13.10.
Foreldur hansara vóru Per Martin á Niðri í Syðrugøtu og Magda úr Kaldbak. Tummas vaks upp í Syðrugøtu, har besta spæliplássið var tann stóri sandurin, sum bara er blivin størri síðani keiin kom í 50unum.
??ll børn í Gøtu dugdu at svimja, tí svimjihylur var í skúlanum. Svomið varð eisini á sjónum og spælt varð í áunum Júksnará og Matará.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald