Politikkur

Tú byrjar ikki við at trumla

...

2019-04-30 16:08 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder
Ein fiskivinnunýskipan sum hóst alt ikki vísir seg at kunna gjøgnumførast eftir ætlan ??? og so tað at vit fáa løgtingsval í næstum ??? eigur at geva sera gott høvi til at umhugsa neyðugar ábøtur og fáa í lag eina breiðari undirtøku og semju.

Innan virkissamskifti er tað eitt væl kent fyribrigdi at ein partur sum vil seta í verk okkurt ið kann hava stóra ávirkan á gerandisdagin ella livikorini hjá øðrum, ger best í at so tíðliga sum gjørligt hava eina grundiga og vælvirkandi tilgongd við kanningum og hoyringum. Hetta er lættari sagt enn gjørt, tí nógv orka kann longu í langa tíð frammanundan hava verið løgd í eina ætlan, og persónar nær knýttir at ætlanini eru gjarna eldhugaðir, treyðugt so; men onkuntíð mestsum ov, og tað fer so ikki at bera á mál. Tá er øðrvísi við munadyggum og virðiligum samskifti við allar avvarðandi partar ??? tað telist nevniliga millum tættir sum vanliga eru avgerandi fyri hvussu ein stór verkætlan eydnast í mun til undirtøku og harvið sum heild.

Hetta hevur sum vera man við leiðslu og samstarv at gera. ĺ samskiftishøpi snýr tað seg um at áðrenn allar avgerðirnar eru tiknar og farið verður av álvara í gongd við eina stóra verkætlan sum hevur munandi ávirkan á lív og tilveru hjá øðrum, so má eitt umhyggiligt forarbeiði gerast við atliti til hvat teir ymisku partarnir ið verða raktir hugsa og meina. Tað ræður um kenna til og skilja hvørjar avleiðingarnar verða ella kunnu verða og hvørjar tær ikki verða. Tað loysir seg í longdini best bæði so og so, eisini í krónum og oyrum, at fremja stórar ætlanir í sátt og semju, innanhýsis og ikki minst í mun til teir uttanhýsis partar sum so ella so verða raktir.

Longu áðrenn hoyringar og kanningar ber ofta til at síggja í ???glaskúluni??? ??? also at meta ella rokna seg fram til ??? hvat fyri trupulleikar ið mest sannlíkt fara at stinga seg upp undir givnum fyritreytum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder