Politikkur

Tryggja TROM sum føroysk filmsframleiðsl

...

2020-06-15 10:38 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Tryggja TROM sum føroysk filmsframleiðsla!

Aftur eru spennandi tíðindi um filmsrøðina TROM, ið er seld fleiri útlendskum sjónvarpsrásum ??? longu áðrenn upptøkurnar eru byrjaðar. Fari tí at spyrja landsstýrismannin í vinnumálum, Helga Abrahamsen, um hvørt hann ætlar at tryggja, at framleiðslan av TROM verður í Føroyum? Um hann fer at hækka upphæddina til afturbering fyri útreiðslur í sambandi við filmsframleiðslu í Føroyum. Við tí í huga, at eggja framleiðarum komandi árini at velja at gera filmar og filmsrøðir í Føroyum.

Filmsrøðin TROM byggir á skaldsøgu eftir Jógvan Isaksen, og hevur Torfinnur Jákupsson skrivað til sjónvarpsrøð. ??tlendingar hava longu sett 30 milliónir krónur í sjónvarpsrøðina. Samlaða fíggjarætlanin er 37 milliónir krónur. Tað er føroyska KYK Pictures hjá Jón Hammer, ið stendur fyri framleiðsluni.

???Sjónvarpsrøðin TROM kann gerast størsta føroyska filmsframleiðslan og sølufremjandi átak nakrantíð ??? fyri søguliga lítla upphædd. Nú er neyðugt, at løgtingið játtar 4 milliónir krónur til sjónvarpsrøðina. Hetta eru pengar, sum útlendskir íleggjarar fara at bera aftur fýrfaldað???, soleiðis sigur Tina Wagner, stjóri fyri Filmshúsið, ið umsitur afturberingarskipanina, í tíðindaskrivi á in.fo.

Á fíggjarlógini standa í ár einans 200 túsund krónur til ???afturbering av útreiðslum til filmsframleiðslu í Føroyum???. Hetta røkkur stutt. Umframt afturberingarskipan er sonevndi filmsgrunnurin, sum er ein konta undir Mentamálaráðnum. Stórt trýst er á hesi játtan, tí flestallir filmar, sum verða framleiddir í Føroyum, søkja um pening haðani. Og her er ikki veruliga peningur til størri spælifilmar og filmsrøðir.

Herfyri viðgjørdi Løgtingið og vinnunevndin eitt uppskot um menning av filmsvinnuni, sum millum annað vísti á, hvussu neyðugt tað er at fáa afturberingarskipanina og filmsgrunnin upp á lutfalsliga sama støði, sum líknandi skipanir í grannalondunum. Tað er, um vit veruliga vilja, at Føroyar skulu vera kappingarførar sum filmsland!

Hóast uppskotið frá Tjóðveldi varð felt, so fekk tað eina serstakliga jaliga viðgerð. Og møguleikarnir við sendirøðini TROM vórðu umrøddir. Í hesum sambandi upplýsti landsstýrismaðurin, at hann vildi arbeiða fyri hægri játtan. Júst fyri at kunna tryggja, at verkætlanir sum hendan, kunnu framleiðast í Føroyum.

Longu í februar visti Varity.com at siga frá, at REinvent Studois hevur selt føroysku krimirøðina ???Trom??? til fleiri, og at samráðingar vóru um avtalur í fleiri londum. Hetta vóru stórtíðindi.

Spælifilmar og filmsrøðir sum TROM eru sera kostnaðarmiklar framleiðslur. Tí eru góðar stuðulsskipanir neyðugar, skal valið falla á Føroyar framum onnur lond, sum eisini eggja framleiðarum at velja tey ??? til dømis Ísland, Norra, Skotland ella Írland. Lítil ivi er um, at pengarnir koma fleirfalt aftur í landskassan, sleppur føroyskur filmur at mennast á einum kappingarførum og altjóða støði.

Landsstýrismaðurin fær høvi at svara í einum §52 fyrispurningi.

Bjørt Samuelsen

løgtingskvinna

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder