2020-10-10 07:51

Í gjárskvøldið hendi eitt ferðsluóhapp á landsvegnum norðanfyri Kollafjørð, og trý fólk blivu flutt á Landssjúkrahúsið.
Portal.fo skrivar, at óhappið hendi tá ein bilur, sum koyrdi suður eftir yvirhálaði ein annan bil. Ein mótkoyrandi bilur bremsaði fyri at forða samanstoyti, men við tí úrsliti, at ein bilur aftanfyri rendi í reyvina á bilinum.
Landsvegurin á strekkinum var stongdur fyri ferðslu, og nógv útrykningsakfør komu á staðið. Trýkorter til tíggju var vegurin opin aftur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald