JN

Trý bjóða seg fram til nevndina

...

2020-02-03 07:04 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Trý fólk fara at kappast um teir báðar nevndarsessirnar, sum standa fyri vali í Starvsmannafelagnum á aðalfundinum 7. mars. Tvær kvinnur og ein maður.

Tey eru Borgný Mohr, sosialráðgevi í Almannaverkinum, Birita F. Kjærbæk, laborantur á Heilsufrøðiligu Starvsstovu og Svend Erik Saxov, ið starvast sum medico teknikari á Landssjúkrahúsinum. ??ll trý eru í dag álitisfólk.

Freistin at stilla upp var á midnátt tann, 1. februar. Nevndarlimir verða valdir fyri trý ár.

Umframt nevndarvalið verður formansval eisini á aðalfundinum. Tvey valevni eru: verandi formaður Súni Selfoss og Gunnar Hjem, varaleiðari á sjúkraflutningstænastuni á Landssjúkrahúsinum.

Bæði til nevndar- og formansvalið verður møguleiki at velja frammaundan aðalfundinum. Skipað verður fyri talgildari atkvøðugreiðslu og brævatkvøðu. Undanvalið er frá sunnudegi 16. februar til fríggjadagin 6. mars, og verður nærri lýst seinni.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder