JN

Trump: USA steingir fyri Europa í 30 dagar

...

2020-03-12 07:43 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Donald Trump forseti í USA helt í nátt røðu, og har segði hanna m.a. at USA steingir fyri Europa í 30 dagar. Tað kemur í gildið í annaðkvøld. Bannið er tó ikki galdandi fyri fólk ið koma úr Bretlandi.

Tað er coronavirusi, sum hevur gjørt at Trump hevur tikið avgerðina. Hann segði m.a. at tað eru ferðandi, sum eru komin úr Europa eru orsøkin til smittutilburðirnar.

Í løtuni eru 1336 fólk smittaði við coronavirusinum í USA, av teimum eru 38 deyð av corona.

Nýggjastu tølini síggjast her.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder