JN

Tróndur í Gøtu hevur landað fyri fyrstu ferð síðani 16. apríl 2019

...

2020-08-23 10:08 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Tá ið Tróndur á Gøtu kom á Tvøroyri við 350 tonsum av makreli fríggjadagin, sum teir skuldu landa til Varðan Pelagic, var tað samstundis fyrsta lastin hjá Trónda í Gøtu síðani gearskaðan teir fingu 16. apríl í 2019.

Í mai mánaða í ár fekk Tróndur í Gøtu nýtt gear. Ein roynd varð gjørd at umvæla gamla gearið, men umvælingin eydnaðist ikki, og neyðugt varð at bíleggja nýtt gear.

Veitingartíðin til nýtt gear var umleið 9 mánaðir. Langa veitingartíðin komst av, at nýtt gear skuldi gerast.

Tróndur í Gøtu hevði tá bæði sild, makrel og svartkjaft eftir at fiska, avgjørt var tá at leiga Gitte Henning inn, sum skuldi fiska kvotuna hjá Trónda í Gøtu. Gitte Henning bleiv seinni keypt, og var manningin á Trónda í Gøtu flutt á Gitte Henning, sum nú hevur fingið navni Gøtunes.

Fyrr í ár seldi Varðin í Gøtu Jupiter til Northwest Pelagic í Kollafirði. Manningin á Jupiter mannar nú Trónda í Gøtu.

Seinasta lastin áðrenn hesa, sum Tróndur í Gøtu landaði til Varðan Pelagic, var tann 12. februar 2019 tá ið teir landaðu 800 tons av svartkjafti. Seinasta lastin Tróndur í Gøtu landaði áðrenn skaðan var tann 16. apríl 2019 tá ið teir landaðu til Havsbrún í Fuglafirði.

Hetta var sostatt fyrsta lastin Tróndur í Gøtu landaði í hálvtannað ár.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder