2020-05-13 19:09

Fyri góðum ári síðan fekk Tróndur í Gøtu gearskaða.
Ein roynd varð gjørd at umvæla gearið, men umvælingin eydnaðist ikki, og neyðugt varð at bíleggja nýtt gear.
Veitingartíðin til nýtt gear var umleið 9 mánaðir. Langa veitingartíðin komst av, at nýtt gear skuldi gerast.
Í síðstu viku vóru arbeiðsfólk frá reiðarínum og Mest í gongd við at fáa gearið uppá plass, og neyðugt hevur verið at skorið í stálið í dekkinum fyri at fáa húsan niður í maskinrúmið. Arbeiðið at seta gearið í, festa tað, sveisiarbeiðið o.s.fr. tekur umleið 4 vikur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald