Politikkur

Trivnaður í nærumhvørvinum

...

2020-11-01 21:10 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder
Tá ið hugsað verður kommunalt, skal ein hugsa globalt.
Saman standa vit nógv sterkari, tá ið hugsað verður um tey stóru økini, sum fíggjarviðurskiftir, vinna, býarplanlegging, skúli, lækni, eldrarøkt v.m.
Men tá talan er um trivnað, má ein hugsa lokalt.
Tað er í nærumhvørvinum, at trivnaður skal nørast og styrkjast. Tað er sera týdningarmikið at børn og ung fáa tilknýti til heimbygdina og er tað í nærumhvørvinum, at góð minnir skulu festa røtur.
Vága kommuna skal syrgja fyri at borgarin hevur góðar fortreytir at trívast í sínum nærumhvørvi.
Vit hava ein góðan frítíðarskúla og eitt gott ungdómshús í Miðvági. Tey eldru møtast í bygdahúsinum og er hetta at gleðast um. Hesi tilboð skulu vit framhaldandi hava.
Í Sandavági manglar hetta tilboðið til borgarnar.
Børn í aldrinum 9-12 ár skulu ikki noyðast at fara langt heimanífrá, fyri at verða partur av einum dagtilboði. Og tað skal eldri borgarin heldur ikki.
Eg vil virka fyri, at lív aftur kemur í bygdina og at vit fáa tilboð í Sandavági, har børn, ung og eldri kunnu møtast; gjarna í sama húsi.
Vága kommuna eigur hús í bygdini, sum standa tóm. Hesi kundu verði brúkt til endamálið.
Kommunan eigur at arbeiða fyri at bygningar, sum standa tómir, kunnu brúkast av borgarunum.
Okkara vælvirkandi ungdómstilboð eigur soleiðis, at víðkast til eitt vælvirkandi ungdómstilboð, í báðum teimum størru bygdunum, sum er mannað av sama starvsfólkahópi og sum ikki hevur opið somu dagar. Hervið fyribyrgja vit dupultfunktiónum.
Vit hava eldsálir, sum gera eitt megnar arbeiði fyri okkara ungdóm og tey skulu stuðlast.
Vága kommuna skal skapa karmar, sum borgarin kann fylla út.
Vel Borgaralistan - vel Biritu

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder