??ll sum skulu trívast á einum stað, mugu hava gleði at verða har, tað er eisini galdandi fyri børn.
Í Vágum hava vit sera nógv virkin feløg, samkomur o.a. Tað er ótrúliga nógv, sum børn og ung í Vágum kunnu ganga til. Nevnast kann t.d. hondbóltur, flogbóltur, fótbóltur, bogaskjóting, dart, judo, badminthon, talv, rógving, samkomur, ja listin er langur og man kann blíva við.
Tó so, at um børn og ung hava nógv at fara til, so eru eisini nøkur ting, sum kunnu betrast. Kommunan er í løtuni í gongd við at gera spælipláss, og skal tað arbeiði gerðast liðugt.
Eitt tað besta spæliplássið í kommununi er áin í Sandavági, og eru hópur av børnum í henni alt summarið ígjøgnum, men tey seinastu árini er hon ikki líka nógv brúkt, og haldi eg tað er tí, at áin er ov grunn. Verði eg valdur inn, so fari eg at arbeiða fyri, at kommunan skal grava úr ánni. Ger man tað, so verður áin saman við Fosshyli aftur besta spæliplássið í kommununi.
Tað eru nógvar kvinnur ið svimja á sjónum hvønn dag, og man kann bara spæla sær við tankan um, hvussu nógv fólk verða á sandinum teir góðu sóldagarnar, um áin fær eina góða hond. Tað kostar so at siga ongan pening.
Set X við Jóanis Albert Nielsen
Set X við Borgaralistan
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald