Politikkur

Trivnaður, ferðslutrygd og fólkaheilsa

...

2020-11-04 15:00 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Trivnaður, ferðslutrygd og fólkaheilsa eru tætt tengd at hvørjum øðrum. Er ferðslutrygdin í hásæti, verður lættari at eggja fólki til at súkkla og ganga til arbeiðis og í skúla. 

 

Almennu tilmælini frá myndugleikunum eru, at vit eiga at røra okkum 30 min dagliga. Hetta fyri at minka um  vandan fyri ymiskum sjúkum. Millum annað tunglyndi, sukursjúku, hjartasjúkum og høgum blóðtrýsti.

 

Eftir mínum tykkið er ein stórur trupuleiki í Vága kommunu, at alt ov nógv tung og skjót ferðsla er ígjøgnum íbúðarøkið. Bæði í Sandavági og Miðvági. Vit hava tveir aktørar, sum hava ábyrgdina av veganetinum. Men við hvør sínum áhugamáli . Áhugamálið hjá Landsverk er, at fáa eina smidliga og skjóta ferðslu til flogvøllin, meðan áhugamálið hjá Vága kommunu er (ella í øllum førum, burdi verið) trivnaðurin hjá borgarunum.

 

Seinast eg sat í bygdaráðnum, fingu vit markeringar har bygt økið byrjar í nevndu bygdum. Í Sandavági eina oyggj, og í Miðvági rundkoyring. So fyri mítt viðkomandi er tað ein sannroynd, at tað ikki er vónleyst at samráðast við Landsverk.

 

Ein ferðslutrygdarætlan er tøk fyri kommununa.  Har eru fleiri ting nevnd, sum kunnu bøtast uppá, uttan stórvegis hóvasták. Tað, sum hoyrir til bygdavegirnar, eigur at gerast, bara vit hava fólk í býráðnum, sum veruliga ynskja at fremja ferðslutrygd og fólkaheilsu.

 

Sólfríð Fjallsbak, valevni til býráðsvalið í Vága kommunu.

 

X við Framtíðarlistan - ein nýggj byrjan!

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder