2020-11-08 11:15
Vága kommuna skal vera eitt gott stað at búgva. Vit skulu hava góðar dagstovnar, góðan skúla, gott ellisheim og góðar karmar til vinnu, mentan og frítíðarvirksemi. Kommunan skal skapa pallar har vinna, feløg, samkomur og borgarar kunnu koma við hugskotum. Eisini eiga vit at hugsa um umhvørvið í nógv størri mun enn nú.
Børnini:
Børnini eru eitt av mínum hjartamálum. Tey eru okkara framtíð og tí mugu vit gera íløgur í tey. Føroysk børn eru á dagstovni ein stóran part av degnum, og tí er sera umráðandi, at vit hava dygdargóðar dagstovnar.
Gransking vísir á, at ein dygdargóður dagstovnur m.a. skal uppfylla hesi krøv: Góðar normeringar, skikkaði starvsfólk, góðar karmar o.a. Eg vil arbeiða fyri, at okkara dagstovnar eru dygdargóðir soleiðis, at okkara børn fáa eina góða byrjan, og at tey fáa bestu møguleikar at trívast og mennast.
Ungdómurin:
Ungdómstilboð skal vera í báðum teimum stóru bygdunum. Tilboðini skulu vera áhugaverd, og tað skulu ikki vera somu tilboð í báðum bygdum. Saman við ungdóminum, skulu vit finna fram til innihaldið.
Tey eldru:
Kommunan skal hava hølir í báðum bygdum, har okkara eldru borgarar kunnu møtast. Vit eiga at stuðla Vága Pensionistafelag at skipa fyri t.d. tónleikatiltøkum og fyrilestrum, ið eru eldru borgarum okkara at frama. Eisini eiga vit at skapa ein pall, har tey sleppa at geva av tí lívslærdómi, ið tey hava savnað ígjøgnum eitt langt lív.
Upptøka í felagsskapin:
Málsligt samskifti er av alstórum týdningi fyri at kunna bera fram sína hugsan, ynskir og dreymar. Tí eigur kommunan at tryggja, at allir borgarar í Vága kommunu kenna seg virdar og hoyrdar. Tilflytarar skulu integrerast, og tí skal kommunan bjóða undirvísing í føroyskum máli og føroyskari mentan.
Tá borgarin vendir sær til kommununa, skal svartíðin vera stutt. Kommunuskrivstovan skal hava opið fleiri tímar, so borgarin kann koma inn og fáa hjálp, tá tørvur er á tí. Borgarin skal kunnast nógv meira og borgarafundir skulu vera á hvørjum ári. Kommunan skal vera til fyri borgaran.
Umhvørvi:
Seinastu árini eru vit vorðin meira tilvitað um umhvørvispolitik. Vit hava øll ábyrgd av, at næsta ættarlið unnist eins góð livikor, sum vit hava nú. Ein háttur at gera hetta er, at endurvinna matleivdir - Bokashi - og at skilja burturkast enn meira. Vit skulu hugsa grøna orku, tá vit byggja nýtt og tá vit umbyggja/umvæla. Allar ferðir byrja við fyrsta fetinum. Saman megna vit meira.
Set X við Tórdis Dam Johannesen
Set X við Borgaralistan
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald