Politikkur

Trivnaðarøkir og spælipláss

...

2020-11-06 12:36 Author image
Tóri Nielsen
placeholder

Tey 12 árini eg havi sitið í býráðnum hevur verið dentur lagdur á at gera trivnaðarøkir og spælipláss. Um hugsað verður um støddina á kommununi vil eg pástanda at eru fá økir, um tey yvirhøvur finnast, sum hava so nógv á áhugaverd økir har borgarin kann hugna sær saman við teirra børnum.

Sjálvur hevði eg tí æru at vera borgarstjóri, tá ið borgarar Norðuri á Heiðum í Miðvági tóku seg saman, og byrjaðu at gera økið rundan um sparkivøllin. Tá ið Miðgarður var bygdur legði eg stóran dent á at fáa eitt gott uttandura økið, sum eg gleðist um. ??tlanin við økinum var at økið eisini skuldi brúkast, tá ið dagstovnurin ikki er opin, møguleikarnir eru góðir. Í Miðvági eru eisini spælipláss við Frítíðarskúlan og vøllin í Miðvági. Um eg verið valdur farið at arbeiða fyri at nýtt spælipláss verður gjørd við vøllin, har fólk kunnu hugna sær og spæla spøl og bóltspøl. Eisini farið at arbeiða fyri at spæliplássið á Húsanesvegi verður gjørt liðugt, beinanvegin.

Í Miðvági er eisini vøkur viðarlund og vakur sandur. Eg farið at arbeiða fyri at viðarlundin verður brúkt til mentunarlig tiltøk, og gera umstøður til tað. Sandurin dregur bæði børn og vaksin, tí skal sandurin altíð vera reinur, og umstøður skulu gerast at skifta klæðir.

Grótbrotið í Miðvági verður vónandi skjótt liðugt, hevði eg fingið mín vilja, hevði tað verið liðugt. Eg var í móti at víðka grótbrotið heim móti bygdini. Eg vil arbeiða fyri at grótbrotið verður eitt framtíðar trivnaðarøkið. Har kann millum annað gerast kamping pláss og neystapláss. Eisini skal plantast trø, sum verður viðvirkandi til at fuglur fer at trívast í økinum. Her eru spennandi møguleikar.

Á Giljanesi er gjørt eitt stórt og snotiligt spælipláss, sum hevur drigið børn úr allari oynni. Tá ið skúlin verður liðugur koma fleir aktivitetir millum annað sparkivøllur.

Í Sandavági er spælipláss við Sóljugarð, í løtuni verða gjørd tvey spælipláss, í Sørpum, við sparkivøllin, og við Gamla skúla í Sandavági, tað fegnist eg um. ?? Fosshyli hevur borgari gjørt eina hugnaliga terassu, sum hevur gjørt at Fosshylur aftur er blivin áhugaverdur, har er sera vakurt. Viðalund er beint við og verður víðka. ??tlanin er at planta lágan vøkstur.

Í Sandavági er eisini vakur sandur. ??kið, Sjóberið, og áin liggja tætt við. Eg havi trýst á fyri at fáa kloakkina sum rennur í Stórá gjørda, sum eg havi skilt er klárt at bjóða arbeiðið út. Allar áir í kommununi skulu vera reinar. Eisini vil eg arbeiða fyri at møguleiki verður at seta seg niður og kunna skifta klæðir á Sjóberinum.

Eisini í Sandavági hava borgarar ???Heimanfyri??? tikið saman at gera trivnaðarøki í Heygagerði, eisini tað fegnist eg um, og vil gera alt fyri, at tit fáa bestu sømdir. Vónandi verður økið til gleði fyri allan Sandavág.

Aftaná at Carro brendi hevur økið ligið brakk. Vit hava gjørt eina miðbýarætlan fyri økið á Sondum, sum skjótt er klárt at leggja framm á einum borgarafundi. Eg haldi at miðstaðarøkið, er alt ov deytt, her eiga vit at skapa meira lív og hugna.

Í Vatsnoyrum er klárt at fara í gongd við eitt miðstaðarøkið. Hetta má fara í gongd beinanveg, tað skal vera liðugt áðrenn Vatnsoyrar fer at hátíðarhalda 100 ára dagin. ?? Vatnoyrum hava borgara eisini arbeitt at gera trivnaðarøkið við gjónna, eisini her vil gera alt fyri at stuðla. Eisini hava øll møguleika at spæla við Zarepta ??? vit fegnast um at vit fáa loyvið til tað.

Umframt øll trivnaðarøkini hava vit nógv hølir og vallir har trivnaður er í hásæti.

Jú ??? sanniliga er gott og verður gott at búgva í Vága kommunu.

Vel trivna ??? vel Albert Ellefsen                                                                                    VelBorgaralistan

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder