JN

Tríggjar ferðir brúk fyri bjargingartyrluni hetta vikuskiftið

...

2021-03-22 06:30 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder
Um vikuskiftið hevur tað verið brúk fyri bjargingartyrluni tríggjar ferðir, tað sæst á yvirlitinum um sjúkraflutningar hjá MRCC.

Fyrrapartin leygardagin flutti tyrlan ein persón úr Froðba á Landssjúkrahúsið.

Leygarkvøldið var tyrlan aftur boðsend til Froðbiar, at flyta ein persón á Landssjúkrahúsið.

Í gjárskvøldið var tyrlan boðsend til Skálavíkar, at flyta ein persón á Landssjúkrahúsið.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder