2020-04-17 09:00

Granskingarráðið hevur játtað stuðul til tríggjar verkætlanir, sum skulu granska ymisk viðurskifti í sambandi við korona-farsóttina í Føroyum. Verkætlanirnar snúgva seg um smittutøl og sjúkueyðkenni hjá føroyskum korona-sjúklingum, um leiklutin hjá serfrøðingum og myndugleikum og um undirvísingina í fólkaskúlaleiðslunum.
Stuðulin til COVID-19 granskingina kemur frá Granskingargrunninum, Sjúkrakassagrunninum og frá fleiri vinnufyritøkum í Føroyum. Fimm fyritøkur hava higartil játtað tilsamans játtað umleið 2 mió. kr. til átakið, og Granskingarnevndin hevur sett 1 mió kr. av.
Verkætlanirnar, sum í fyrstu atløgu hava fingið játtað stuðul, eru:
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald