JN

Tríggir tilburðir staðfestir afturat - ein persónur er innlagdur

...

2020-09-23 08:38 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Tríggir nýggir smittutilburðir vórðu staðfestir í gjár. Tað vísa nýggjastu tølini hjá Landslæknanum. ??rslitið byggir á í alt 121.107 kanningar.

Allir persónar eru smittaðir í Føroyum, og øll eru partur av somu smittuketu. Tey smittaðu eru avbyrgd, og Landslæknin er í gongd við neyðugu smittusporingina. Í gjár vórðu 1675 kanningar gjørdar.

Tilsamans hava nú 451 persónar fingið staðfest smittuna í Føroyum. Í alt eru 416 persónar staðfestir frískir aftur, og sostatt eru 35 persónar smittaðir í løtuni.

Ein persónur er innlagdur á Sjúkrahúsverki Føroya í samband við coronasmittuna.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder