2021-05-05 09:21

Tríggir nýggir smittutilburðir vórðu staðfestur í gjár. Tað vísa nýggjastu tølini hjá Landslæknanum.
Talan er um innlendissmittu, sum hevur samband við tann eina tilburðin fyrradagin.
187 kanningar vórðu gjørdar seinasta samdøgrið, og allar eru liðugt greinaðar. Tilsamans eru nú gjørdar 254.495 kanningar.
668 persónar hava fingið staðfest smittuna í Føroyum. 662 persónar eru nú staðfestir frískir aftur. Higartil er ein persónur deyður við koronu í Føroyum.
Í løtuni eru fimm persónar smittaðir.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald