JN

Tríggir nýggir smittutilburðir vórðu staðfestir í gjár

...

2021-01-07 11:35 Author image
JN
placeholder

Tríggir nýggir smittutilburðir vórðu staðfestir í gjár. Tað vísa nýggjastu tølini hjá Landslæknanum.

Allir tilburðirnir eru partur av smittuketum, sum Landslæknin fylgir.

Í gjár vórðu 1.150 kanningar gjørdar, og allar kanningarnar eru liðugt greinaðar. Í alt eru 207.127 kanningar gjørdar.

Tilsamans hava nú 643 persónar fingið staðfest smittuna í Føroyum. Í alt eru 584 persónar staðfestir frískir aftur, og sostatt eru 59 persónar smittaðir í løtuni.

Ein er í løtuni innlagdur á Sjúkrahúsverki Føroya í sambandi við koronusmittuna.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder