2020-12-28 10:56

Tríggir nýggir smittutilburðir vórðu staðfestir í gjár. Tað vísa nýggjastu tølini hjá Landslæknanum.
Allir tilburðirnir eru partur av smittuketu, sum Landslæknin fylgir. ??ll eru avbyrgd, og Landslæknin er í gongd við smittusporingina.
Í gjár vórðu 584 kanningar gjørdar, og allar kanningarnar eru liðugt greinaðar. Í alt eru 195.209 kanningar gjørdar.
Tilsamans hava nú 582 persónar fingið staðfest smittuna í Føroyum. Í alt eru 535 persónar staðfestir frískir aftur, og sostatt eru 47 persónar smittaðir í løtuni.
Ein persónur er í løtuni innlagdir á Sjúkrahúsverki Føroya í sambandi við coronasmittuna.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald