JN

Tríggir nýggir smittutilburðir í gjár

...

2020-12-22 15:26 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Tríggir nýggir smittutilburðir vórðu staðfestir í gjár. Tað vísa nýggjastu tølini hjá Landslæknanum.

Ein teirra er komin til Føroya úr útlondum, og fekk staðfest smittuna við kanning tríggjar dagar eftir komu. Ein annar persónur er partur av smittuketu, sum Landslæknin fylgir. Tann triði persónurin býr í Føroyum. ??ll eru avbyrgd, og Landslæknin er í gongd við smittusporingina.

Í gjár vórðu 1815 kanningar gjørdar, og allar kanningarnar eru liðugt greinaðar. Í alt eru 186.713 kanningar gjørdar.

Tilsamans hava nú 550 persónar fingið staðfest smittuna í Føroyum. Í alt eru 524 persónar staðfestir frískir aftur, og sostatt eru 26 persónar smittaðir í løtuni.

Tveir persónar eru í løtuni innlagdir á Sjúkrahúsverki Føroya í sambandi við coronasmittuna

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder