Á heysti 2015 skrivaðu Framsókn, Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi samgonguskjal og gjørdu mangar dýrabærar semjur, sum landsstýrisfólk flokkana fingu til uppgávu at útinna. Mangt er eydnast at fáa á mál ??? sumt við serliga góðum úrsliti, annað í kompromis, men tó sum brúkilig loysn og stig á vegnum. Uppaftur annað fekst ikki í mál, tí aðrar uttanfyri liggjandi støður gjørdu tað ómøguligt.
Tað er hugaligt at skriva samgonguskjal og enn hugaligari at síggja síni politisku børn fara til gongu ??? sum flokkur og sum einstaklingur. Nevnast kunnu Menningarætlan fyri sjúkrahúsverkið, Endurskoðan av fólkaskúlanum viðvíkjandi lærugreinasamanseting, bygnaði og skipan av skúlaári, Átøk innan kreativar vinnur so sum filmshús og tónleikaútflutningsstova, Ein nógv ment uttanríkistænasta og sendistovuvurksemi - og eg kundi hildið fram.
Eitt av politisku børnunum, sum allir flokkarnir eiga sín virkna lut í, gjøgnum landsstýrisfólk og gjøgnum tingfólk, er trípartasemjan, sum varð kunngjørd og undirskrivað í gjár!
Semjan flokkana millum var - og eg siteri úr samgonguskjalinum: ???konjukturjavnandi politikkur???, ???Nýskipaða miðnámsøkið og yrkisskeiðið, sum vórðu sett í verk í 2013, verða eftirmett???, ?????tbúgvingarpolitikkurin byggir á hugsjónina um lívslanga læru, og farið verður í holt við at fyrireika at seta á stovn vaksnamannaútbúgving???, ?????tboðið av kreativum og handaligum útbúgvingum verður økt, herundir yrkisútbúgvingar...???, ?????tlan verður løgd fyri lærlingaøkið.???, ???Trípartasamstarv skal á ávísum økjum styrkja arbeiðsmarknaðin???...og annað kundi verið tikið fram.
Eitt drúgt arbeiði varð sett í gongd á vári í 2016 at fyrireika hesa ætlanina fyri lærlingaøkið. Hetta varð handað landsstýriskvinnuni í september 2018. Allir teir ymisku partarnir á yrkisútbúgvingarøkinum gjørdu nakrar niðurstøður og nøkur tilmæli ??? og tey eru høvuðsgrundalagið undir semjuni, sum landsstýrið hevur gjørt við handverksmeistarar/Vinnuhúsið og við handverkararfeløgini. Yrkisútbúgvingarráðið var forumið fyri hesum arbeiði, og formaðurin hevur gjørt eitt stórt og munagott arbeiði bæði tá og ikki minst nú í samráðingartíðarskeiðnum frá mars til juni.
Tað áhugaverda er, at samstundis sum álit og tilmæli vóru fyrireikað vóru fleiri av okkum tingfólkum sera aktiv at seta okkum inn í avbjóðingarnar á yrkisútbúgvingarøkinum og m.a. vitja EUX tilboð í Danmark fyri at bera okkara metingar av slíkari skipan við inn í tvørpolitiska arbeiðið.
Tá eg tók við sum landsstýriskvinna, hin 14.februar, var fremsta avbjóðing mín, hvat eg hevði veruligan møguleika at fremja, stutta skeiðið, eg fekk á hesum sinni innan útbúgvingar- og granskingarmál. Eg valdi rættiliga skjótt at taka álitið frá september 2018 framaftur, við tí í hyggju at seta gongd á trípartasamráðingar. Nakað ??? fyri ikki at siga nógv fyrireikingararbeiði skuldi nú gerast, og ein hópur av embætisfólki frá 4 ráðum hevur seinastu fáu mánaðirnar framleitt tilfar, hevur fyrireikað til samráðingar, hevur fundast saman við landsstýrisfólkum og vinnupørtum. Og alt landstýrið hevur gjørt manngarð um arbeiðið.
Mentamálaráðið, og serliga Yrkisdepilin, við sínum dugnaliga leiðara, sum saman við ráðnum varðar av yrkisútbúgvingunum, hava veruliga spent seg fyri at gera endaligar semjur saman við mær sum landsstýriskvinnu - væl stuðlað av løgmanni, landsstýrismanninum í samferðslumálum, sum hevur arbeiðsmarknaðarmál, eins og landsstýriskvinnuni í fíggjarmálum.
Og hinir báðir partarnir, Handverksmeistarar og Vinnuhúsið øðrumegin, og so Føroya Handverkarafelag og Havnar Handverkarafelag eins og S&K og Starvsmannafelagið hava hvør í sínum lagi gjørt sama arbeiði innan síni øki. Og tað hevur verið ein gleði at síggja, hvussu álitið millum partarnar vaks, so hvørt sum vit nærkaðust í semjum ??? hóast klokkan politiskt var fimm minuttir í tólv. Og slíkt gevur áræði og hug at halda fram við hesum arbeiðshátti, sum eg nú veruliga havi fingið meg roynda við, við stuðli frá øllum teimum omanfyri nevndu pørtunum.
Samstarv, nógv samskifti og vilji frá øllum pørtum førdu okkum á mál. Og semjan er ikki bert allar tær neyvu broytingarnar í yrkisútbúgvingarskipanini, sum eg við mínum hollu starvsfólkum í skrivandi stund fremji í kunngerð og øðrum fyrireikingum, men eisini eitt lyfti millum partarnar um at samvirka nærri um innihaldið í nýggja støðishálvárinum, um at viðgera vaksnamannaútbúgvingar, eitt av mínum hjartabørnum í samgonguskjalinum, um kunning, vegleiðing og marknaðarføring av yrkisútbúgvingum ??? eitt annað av mínum hjartabørnum í samgonguskjalinum, eins og ein hóp av øðrum arbeiði, sum vit MUGU gera í felag!
Hurrá! fyri øllum teimum nógvu fetunum fram móti støðuni, vit hava í dag: eina trípartasemju, hvørs snúningspunkt er yrkisútbúgvingar, og hurrá! fyri tí týdningarmikla endaspurtinum, sum gjørdi mun, tí allir partar vildu tað! Tríggir flokkar, tríggir partar gav úrslitið: Trygg semja!
Hanna Jensen
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald