Føroyar standa við einum gyltum møguleika, um vit samstarva yvir allar Føroyar og skipa okkara ferðavinnu.
Klagurnar um, at her eru ov nógv ferðafólk og tey oyðileggja, loysist ikki við bara at klaga og briksla hvørjum øðrum, at ongin ger nakað við hetta.
Men ásannast má, at vit ikki hava fyrireika okkum nóg væl til ferðavinnuna. Vit hava lýst og sett fokus á okkum sum nakað heilt serligt, fyri at lokka ferðafólk hendan vegin, og nú eru tey ferðandi her.
Eg frøðist um, at lýsingarátøkini rigga og ferðamaðurin nú kemur hendan vegin. Nú er tað tó alneyðugt, at vit samstarva og skipa fyri soleiðis, at ferðavinnan verður ein góð inntøka, samstundis sum vit halda stýr á henni.
Hvussu gera vit so?
Mítt boð er, at Visit Faroe Islands fær ábyrgdina av at skipa viðurskiftini runt alt landi.
Tá er neyðugt at koma út í økini og fáa lokalar kreftir at gerast ferðaleiðarar og tænastusinnað. Og gera vit tað, fer hetta eisini at leggja pening eftir sær um alt landi. Ánarin av haganum fær pening, ferðaleiðarin fær pening, og úr hesum kann blóma ein cafe ella smásøla, ið eisini fær pening burturúr hesum. Á hendan hátt leggur ferðamaðurin pening eftir sær um alt landið.
Vit hava jú hoyrt, at útlendskar ferðastovur selja túrar í Føroyum og taka pening fyri hetta, men so verður ferðamaðurin sleptur og ongin peningur liggur eftir í Føroyum. Hetta má steðga.
Føroysku ferðaskrivstovurnar saman við Visit Faroe Islands eiga at skipa hetta og selja ferðir við skipaðum túrum, ferðamaðurin fær eina pakkaloysn. Tað verða tó ikki øll, sum keypa ein pakka, men tá er neyðugt at tey vælumtóktu plássini eru skipaði lokalt.
Eisini eiga vit at greiða øllum frá, at ferðast tú til Føroyar, so mást tú tekna tær ferðatrygging, ið tekur við, um so er, at tú ert úti fyri einum óhappi. Føroyar hava ikki ráð til at veita fríða tilbúgving og sjúkrahúsverk til øll, ið koma hendan vegin. Hetta er heldur ikki frítt í flest øðrum londum.
Harafturat mugu ferðafólk fáa at vita, at man skal einans ganga har, sum er tilskila sum gongugøta, so at vit eisini ansa eftir okkara náttúru og samstundis hava tryggari farleið fyri ferðamannin.
Hetta setir so okkum krav um viðlíkahald av gongugøtum, og eigur ein partur av gjaldinum vit taka fyri túrarnar fara beinleiðis til viðlíkahald. Ferðavinnan skal jú ikki bara verða stuttsigtaður løtuvinningur, tí er neyðugt at ansa væl eftir økjunum og halda tey við líka.
Her er so ein møguleiki at samstarva við kommunurnar, sum hava arbeiðsfólk til hesar uppgávur. Á hendan hátt kundu pengar eisini komi á viðlíkahaldskontoirnar hjá kommununum, sum so hava ábyrgdina av at halda gongugøturnar og seta skeltir upp.
Um vit fáa kommunurnar við, so fáa vit ein felags leist yvir alt landi og ábyrgdin av viðlíkahaldinum er staðfest. Hetta fyri at ongin yvi er um, hvør skal gera hvat.
Hvat so við føroyingum, skulu vit eisini gjalda? Og her er mín støða heilt greið, vit føroyingar skulu hava frítt at fara í okkara landi.
So um eg taki samanum
Skipa ferðavinnuna um alt landi.
Fáa kommunurnar við.
Eggja til smásølu og cafevirksemi.
??tbúgva ferðaleiðarar í økjunum.
Gjald til ognararnar av hagunum.
Joan Samuelsen
Valevni á lista A
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald