JN

Triði dagur uttan smittu á landi

...

2020-08-24 12:38 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Eingin nýggj smitta er staðfest innanlands í tríggjar dagar. Tað vísa nýggjastu úrslitini hjá Landslæknanum. ??rslitið byggir á í alt 84.934 kanningar.

Millum tær 529 kanningarnar, sum vórðu gjørdar á landi í gjár, varð eingin nýggjur tilburður staðfestur.

Í gjár vórðu fleiri nýggir tilburðir staðfestir umborð á einum russiskum trolara, sum nú liggur við bryggju í Kollafirði. ??ll manningin, sum telur 77 mans, varð kannað, og 29 tilburðir vórðu staðfestir.

Sostatt hava nú 410 persónar fingið staðfest smittuna í Føroum. 337 eru staðfest frísk aftur, og í løtuni eru 73 persónar smittaðir.

Fimm persónar eru í løtuni innlagdir á Sjúkrahúsverki Føroya í samband við coronasmittuna, og tveir teirra liggja á intensivu deild.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder