JN

Toytaskur at geva øllum húskjum í Sørvágs kommunu

...

2021-01-13 18:24 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Undanfarna bygdaráð bílegði í fjør toytaskur at geva øllum húskjum í Sørvágs kommunu. Tankin aftan fyri hetta er at royna at minka um nýtsluna av plastikkposum, t.d. tá ið farið verður til handils, og soleiðis vera við at verja umhvørvið.

Av ymiskum orsøkum var sendingin seinkað, men nú eru netini komin, og tey kunnu heintast á skrivstovuni hjá Sørvágs kommunu, tað skrivar kommunan á heimasíðuni.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder