Sum eitt ódnarveður kom koronasmittan og blásti okkum øll um koll. Hóast vit vistu, at sjúkan var í umferð úti í heimi, so varð sagt, at líkindi ikki vóru stór fyri, at hon kom hendan vegin. Vit vórðu skjótt klókari, og mitt í øllum vórðu vit øll noydd at kollvelta gerandisdagin.
Landsstýrið ger púra rætt við at seta strong tiltøk í verk til tess at basa smittuni. Heilsuatlitið eigur altíð at koma fremst. Men eins og eg fyrr havi sagt, so hava tiltøkini eina røð av álvarsligum stúranum og avleiðingum við sær. Tí umframt at stúra um heilsuna, eru tað mong, sum í hesum døgum stúra um síni framtíðarútlit. Her hugsi eg til dømis um tímalønt og sjálvstøðug vinnurekandi. Tí boðaðu vit frá, at fór landsstýrið at koma við einum hjálparpakka, so fóru vit í Javnaðarflokkinum at taka undir við hesum.
Fleiri góð átøk men ikki nokk
18. mars tók eitt samt løgting undir við einum hjálparpakka, sum landsstýrið kom við. Talan var í høvuðsheitum um fýra átøk:
- Ískoyti frá ALS til niðursetta arbeiðstíð
- Víðkað dagpeningaskipan
- ??tsett MVG avrokning
- og møguligt veðhald úr danska Vækstfonden
Omanfyrinevndu átøk gera mun, men eg haldi, at landið átti at sett enn meira inn fyri at tryggja støðufesti í serligu støðuni, sum er íkomin. Politiska skipanin eigur at koma við ordiligum hjálparátøkum, sum veita størri endurgjald til bæði fólk og vinnulív.
Samanbera við átøkini við hjálparpakkar aðrastaðni, síggja vit til dømis, at USA hevur sett tvær trilliónir dollarar av til endamálið. Tað eru 2000 milliónir milliónir og svarar til 10 % av amerikanska BT??. Í Danmark verður tosað um at hækka hjálparpakkan uppá 300 milliardir. Tað er ein enn størri partur av BT??. Í Grønlandi eru 500 milliónir settar av. Í Danmark hevur fólkatingið longu samtykt ein serstakan hjálparpakka til vinnulívið, sum m.a. inniber, at øll sjálvstøðug vinnurekandi, sum fáa boð um at lata aftur, fáa 100 % endurgjald frá statinum. Og øll vinnurekandi tvørtur um vinnugreinar, sum vænta at missa nógv orsakað av korona, fáa fyribils endurgjald fyri fastar útreiðslur. Í Grønlandi skulu 50 milliónir nýtast til at hjálpa sjálvstøðugum vinnurekandi og 100 milliónir skulu hjálpa fiskivinnuni, flutningsvinnuni og byggivinnuni.
Í Føroyum setir politiska skipanin undir 100 milliónir av úr landskassanum. Altso minni enn eitt hálvt prosent av BT?? og nógv minni enn onnur. Restin er útsett MVG og stuðul úr ALS grunninum. Tað er ikki nokk.
Føroyska vinnulívið hevur tørv á, at vit eisini í Føroyum taka stór tøk, so støðan rakar okkum sum minst. Tað er alneyðugt, skulu vit halda samfelagshjólini malandi, varðveita bjartskygnið og fyribyrgja eini komandi kreppu. Ein kreppa, sum kann hava nógvar húsagangir við sær og harvið stórt arbeiðsloysi.
Tí fari eg við hesum at heita á landsstýrið um at tilevna fleiri hjálparátøk í samráð við politisku skipanina og partarnar á arbeiðsmarknaðinum. Tað er umráðandi, at partarnir eru við í allari tilgongdini, og ikki bert verða hálaðir inn, tá eitt uppskot fyriliggur. Her hugsi eg bæði um vinnulív, fakfeløg og politisku skipanina ??? bæði samgongu og andstøðu.
Tað er av týdningi, at vit øll standa saman um at finna loysnir í truplum tíðum sum hesum, og Javnaðarflokkurin er sinnaður til - í samstarvi við landsstýrið - at taka heilt stór tøk til tess at fyribyrgja, at tann heilsukreppa, vit eru í nú, verður til eina búskaparkreppu seinni.
Ein tøkk og ein áheitan
Tað er í tíðum sum hesum, at vit kenna virðið í vælferðarsamfelagnum. At vit hava góðar og tryggar skipanir, sum lofta okkum, tá vit gerast, ella standa til at gerast, arbeiðsleys. Tí fari eg at takka pørtunum á arbeiðsmarknaðinum og teimum í politisku skipanini, herundir táverandi landsstýrismanni í arbeiðsmarknaðarmálum Jóannesi Eidesgaard, sum gingu á odda við at stovnseta Arbeiðsloysisskipanina. Sjálvandi skal grunnurin ikki tømast komandi mánaðirnar. Og hann verður undir ongum umstøðum tømdur. Um grunnurin ikki loftaði løntakarunum í tíðum sum hesum, so loftaði sama skipan somu fólkum, tá arbeiðsgevarin av neyð varð noyddur at siga teimum upp.
Tað týdningarmesta er, at tey tímaløntu, tey í privatari vinnu og sjálvstøðug vinnurekandi, verða loftað, eins og vit í almennari tænastu. Hetta megna vit, um vit standa saman.
Aksel V. Johannesen, Javnaðarflokkurin
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald