Skulu umstøðurnar í Føroyum verða á sama stig, sum í danska fongsulsverkinum, er neyðugt við einum nýggjum fongsli í Føroyum. Tað var greiði boðskapurin hjá løgmanni á fundi við Nick Hækkerup, danska løgmálaráðharran.
Umstøðurnar í Arrestini í Mjørkadali eru ikki nøktandi. Mjørkadalur er hvørki bygdur til arrest ella fongsul, og hóast ábøtur eru gjørdar, seta karmarnir óneyðugar avmarkingar fyri tey, sum sita dómin har.
Bárður á Steig Nielsen vísti eisini á, at tað er avgerandi neyðugt at skipa umstøðurnar soleiðis, at varðhald er fyri seg, og fongsul fyri seg. Eisini er neyðugt at taka stig til, at tey, ið fáa dóm longur enn eitt ár, kunnu sita revsingina í Føroyum, og at varðhaldsfangar og aðrir fangar kunnu skiljast sundur.
Danski løgmálaráðharrin ásannaði, at tørvur er á at kanna nærri, hvussu bøtast skal um fongsulsumstøðurnar í Føroyum. Løgmaður og danski løgmálaráðharrin avráddu eisini, at føroysk og donsk embætisfólk skulu umrøða og lýsa málið nærri, soleiðis at politisk semja kann fáast um, hvussu málið skal loysast
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald