Mentan

Torradagar í Klaksvík 15. til 20. februar 2016

...

2016-02-06 00:24 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

www.klaksvík.fo skrivar:

So vóru teir aftur her, Torradagarnir 15. ??? 20. februar 2016. Hesir fólkakæru og hugnaligu dagar við nógvum ymiskum á skrá, har serliga sjógvurin, sjóvinnan, fiskur og fiskiskapur og tað, sum knýtir seg at hesum, er á skrá.

Hetta er 10. ferðin, at skipað verður fyri Torradøgum í Klaksvík, og sigast má, at fólk hava tikið Torradagarnar til sín sum viðkomandi og kærkomnar í tomu vetrartíðini, eins og Norðoyastevnan, Summarfestivalurin, Sjómannadagar, Kópakonudagar og hinar stevnurnar eru tað um á sumri.

Torri
Torri stavar frá tí gomlu tíðarrokningini, har hetta var navnið á mánaði, sum byrjaði fyrstu tendring eftir jól og vardi fram til næstu tendring.

Mánaðirnir vórðu kallaðir jóla, torri, góa, einmánaði og so frameftir. Torri kann eisini verða sett í samband við tvørra, við merkingini ???minka???. Her verður hugsað um, at mánin er í minking (hvørvandi sól) ??? at veturin er farin at halla ella minka.

Torri hevur eisini verið sett í samband við turrur, her m.a. hugsað verður um veðrið ta tíðina á árinum. Gongur fram móti ljósari tíðum!

??tróðrarmenninir tosa um torrafisk í hesum døgum ??? Tí fiskurin kemur longur inn á grunnin at gýta. Hesa tíðina er fiskurin væl fyri og hevur rogn. Hesa tíðina varð av góðum grundum etin annarleiðis tilgjørdur fiskur, sum t.d. kundi vera fyltur á serligan hátt m.a. við rogni og livur.

Tom tíð
Av tí at Klaksvík, fiskivinnuhøvuðsstaður Føroya, er nógv knýttur at fiskivinnuni ??? samstundis sum torratíðin á landi er friðarlig og tom eftir stóru jólahalguna, verður hildið skilagott at gera nakað serligt burturúr hesum tíðarskeiði. Tí fekk hetta tiltakið eisini navnið Torradagar.

Í ár verður byrjað mánadagin 15. februar við konsert í ??sáskúlanum. 16. februar hugleiðir Líggjas í Bø um ???Klaksvíksstríðið???. 17. februar verður Fiskivinnutingið. 18. februar hugleiðir Osmund Justinussen um veðurfyribrigdi, sum ávirka fiskiskapin við Føroyar. Eygleiðingar av veðri og fiskaríi ??? hvussu fiskurin hevur ferðast, eisini í mun til veður. ??ll kvøldini eru tiltøkini kl. 19.30.
Í Smæruni verður skipað fyri fleiri hugnaløtum, har sjómenn siga frá, og eisini verður ein
myndaframsýning. Jógvan Ingvard Olsen mikudagin og Hanus Lassen hósdagin kl. 15.00.

Hósmorgunin kl. 10.00 verður Café Betesda ??? har Poul Færø greiðir frá trolaralívinum umborð á Sjúrðarberg, tá ið teir seint í 1950´unum eisini plagdu at syngja umvegis sendara til flotan. Tónleikur, sangur og kaffi er eisini á skrá.

Torramatiné við tiltikna Morgunkórinum úr Tórshavn v/Sigrid Sivertsen verður í Christianskirkjuni leygardagin 20. februar kl 11.30.

Heilsucaféin
Eftir Torra-renningina kl. 14.00, sum er beint niðanfyri Klaksvíkar Sjúkrahús, letur Heilsucaféin upp kl. 14.30 á Klaksvíkar Sjúkrahúsi við ymiskum leskiligum í kantinuni.

Andras Sólstein, søgufrøðingur, heldur fyrilestur um søguna hjá Klaksvíkar sjúkrahúsi, og Noomi Oddmarsdóttir Gregersen, PhD mýlislívfrøðingur og verkætlanarleiðari á FarGen, heldur fyrilestur við heitinum ???Eru føroyskar ílegur áhugaverdar????

Fiskivinnutingið
Tað spennandi og viðkomandi fiskivinnutingið, sum altíð er sera væl vitjað, verður mikukvøldið kl. 19.00 í Miðhøllini á Skúlatrøð. Kjakið verður sent beinleiðis í útvarpinum hjá Kringvarpinum, og verða tað Jón Brian Hvidtfeldt og ??luva Zachariasen, sum eru vertir. Tú sleppur eisini at siga tína hugsan og hjartans meining mikukvøldið í Torravikuni.

Allir floksformenn á ting kjakast um fiskivinnupolitikkin. Kanska er uppboðssølu-uppskotið komið aftur úr Vinnunevndini og væntandi eisini viðgjørt á løgtingi. Serfrøðinganevndin í samband við fiskivinnunýskipanina er mannað, og arbeiðssetningurin kendur.

Tað átti at givið ábendingar um, hvat samgongan ætlar, samstundis sum retorikkurin frá andstøðuni kanska hvessist, og tí er nógv at samskifta um.

??tferðir
Til ber at vitja Kópakonuna við skjóttgangandi báti. Siglt verður norður til Kópakonuna og møguliga eisini norður á Kallin og í Kunoyarstovu. Báturin siglir frá bátahavnini frammanfyri Dragan.

Í Leikalund er ymiskt á skrá ??? sjónleikur og leygarkvøldið vitjar Hallur Joensen. Ein siðsøgulig gonguferð er á skrá mikumorgunin, aðrir fyrilestrar, listaframsýning við Frits Johannesen á Posthúsinum, Martin Joensen í Gamla Seglhúsinum, og ymisk onnur tiltøk eru á skrá, sum kunnað verður nærri um komandi dagarnar.

Torramatur
Leskiligu matstovurnar í býnum ??? hjá Jórun, Fríða, Jacqson og aðrar við ??? plaga at hava serligar torra-matseðlar við annarleiðis matskrá, har borðreitt verður við ymiskum úr fiski.
Men tey, ið ynskja sær lagaligt rull undir borðiskinum, kunnu fara umborð á Dragan at fáa sær stormsúpan og annars at verða kunnað um, hvat fyriferst umborð á Draganum.

Forkunnug veðurforsøgn
Torradagar enda við eini serstakari, áhugaverdari og frameftirlítandi veðurforsøgn.

Tað er kendi veðurmaðurin á DR, Jesper Theilgaard, sum eisini er kendur í altjóða høpi frá veðurlagsráðstevnum, ið fer at gera sínar metingar um, hvussu hugsast kann, at veðrið fer at hátta sær um 20 - 30 ár. Verður meira vindur, meira regn, vatnstøðan hægri, kaldari, heitari o.a.?
??? Hesin fyrilesturin, verður í Miðhøllin á Skúlatrøð (fyrr kallað ??sáskúlin) leygardagin 20. februar.
Bogi Hansen, havfrøðingur, heldur ein stuttan fyrilestur: ???Streymurin kring Føroyar og veðurlagið ta komandi øldina???.

Fyrilestrarnir hjá Jesper Theilgaard og Boga Hansen hava eisini vakt ans hjá m.ø. SEV, sum er ???brúkari av veðrinum???. Teir hava lagt seg eftir at framleiða meira grøna orku, og komu teir í fjør heilt upp á 60 % framleiðslu av grønari orku - samstundis sum elframleiðslan var tann mesta nakrantíð.

Framleiðslan úr olju minkaði góð 16 % annað árið á rað. Umboð vegna SEV fer tí eisini at hava eitt lítið íkast um teirra grønu orkuframleiðslu og hava viðmerkingar og fyrispurningar í mun til tær metingar, Jesper Theilgaard kemur við.

Tú, sum veður-áhugaður ??? hvør er ikki tað í Føroyum ??? sleppur eisini at seta veðurmanninum frá á DR, Jesper Theilgaard, Boga Hansen og SEV spurningar og viðmerkingar.
Jú, vit kunnu biðja góðar Torradagar!

Fakta:
Jesper Theilgaard - 1955, Odense, útbúgvin veðurfrøðingur, hevur verið á veðurtænastuni hjá Keypmannahavnar Lufthavn í 12 ár. Verið á Danmarks Meteorologiske Institut, har hann eisini var við til at umskipa stovnin.
Síðani 1990 hevur Jesper verið á TV-avísini hjá DR, har hann ger verðurforsagnir. Jesper er kendur í altjóða høpi, har hann ofta er at síggja á veðurlagsráðstevnum, sum ein virdur fyrilestrarhaldari úti í heimi.
Jesper Theilgaard hevur skrivað fleiri bøkur um veðrið:
??? Svæveflyvningen og vejret, 1992
???Vejret omkring os, 1993
???Vejrkalender (kemur út hvørt ár)
???Vejret for dig (4 barnabøkur om Regn, Sól, Vind og Kava sett saman í eina bók)
???Vejrhåndbogen
???Det danske vejr, 2006
???Verdens vilde vejr, 2008
???Vejret i kunsten, 2012

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder